Innanlands

Eingin koronasmitta um vikuskiftið: 12 staðfest frísk og 39 sloppin úr sóttarhaldi

Eingin smitta er staðfest innanlands í tíggju dagar – 37 fólk eru smittað í løtuni

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-08-31 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingin smitta varð staðfest um vikuskiftið, boðar Heilsumálaráðið frá í morgun. Hetta merkir, at vit nú hava havt tíggju dagar uttan innanlands smittu í Føroyum.

Tilsamans hava 411 fólk fingið staðfest korona í Føroyum, og av teimum eru 374 staðfest frísk. Sostatt eru 12 fólk afturat staðfest frísk síðan í gjár, og eru 37 fólk smittað í løtuni.

Tvey fólk eru innløgd við koronasmittuni í løtuni, men eingin teirra liggur á intensivu deild.

Síðan í gjár er talið á fólki í sóttarhaldi eisini minkað við næstan 50 prosentum. Í gjár vóru 80 fólk í sóttarhaldi, og nú er talið komið niður á 41.

95.279 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder