Framvegis í alt 187 føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna covid-19. Hetta byggir á 6548 kanningarúslit.
Eingin av teimum 90 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár vóru positivar, og sostatt er talið framvegis tað sama. Talið av smittaðum í løtuni er níggju.
178 føroyingar eru staðfestir frískir eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Eingin er staðfestur frískur seinastu fimm dagarnar.
Men almennu tølini vísa eisini, at 48 fólk nú eru í sóttarhaldi. Hetta er væl meira enn tað hevur ligið á seinastu dagarnar, tá tað hava verið 25 og 38 fólk í sóttarhaldi. Hetta hevur uttan iva samband við teir báðar tilburðirnar, sum vóru staðfestir mikudagin.
Eingin er innlagdur á sjúkrahúsi í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald