2020-09-16 12:20
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Síðan 1. september eru 17 tilburðir av koronasmittu staðfestir í Føroyum. Seinasta samdøgrið er tó eingin tilburður lagdur afturat.
650 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og vóru tær allar negativar.
Støðan er framvegis tann, at 428 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og at 412 teirra eru staðfest frísk aftur. Talið á fólki, ið er smittað í løtuni er sostatt óbroytt – 16.
Seinasta samdøgrið eru tvey fólk afturat farin í sóttarhald, og eru nú tilsamans 59 fólk í sóttarhaldi.
111.238 kanningar eru nú gjørdar tilsamans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald