2020-08-26 13:54
Eingin smitta varð staðfest í gjár, og harvið er hetta fimti dagur upp í slag uttan nýggja smittu.
Hesum boðar Heilsumálaráðið frá.
1.011 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár, og samanlagt eru 89.790 kanningar gjørdar í Føroyum.
411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 357 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 54 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald