Innanlands

Eingin smitta staðfest í seinastu 6.161 kanningunum

12.558 koronakanningar eru nú gjørdar í Føroyum, upplýsir Heilsumálaráðið

2020-06-25 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru beint yvir tveir mánaðir síðani, at nakar í Føroyum fekk staðfest koronavirus. Tað var 22. apríl.

Sambært Heilsumálaráðnum eru í alt 12.558 kanningar framdar í Føroyum, og eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 6.161 kanningunum.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder