![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eingin smitta varð staðfest í teimum 337 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Heilsumálaráðnum.
Sostatt er eingin smitta staðfest síðan fríggjadagin, har tríggir nýggir tilburðir vórðu staðfestir.
Einasta broytingin í dag er, at fimm fólk afturat eru koyrd í sóttarhald, og at persónurin, sum var innlagdur á koronadeildini er vorðin útskrivaður aftur.
Støðan er sostatt framvegis tann, at 460 hava fingið staðfest koronasmittu í Føroyum, og at 423 teirra eru vorðin frísk aftur. 37 persónar eru smittaðir í løtuni.
127.721 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, og 228 fólk eru í sóttarhaldi. Í løtuni er eingin innlagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald