2020-04-05 08:11
Samlaða talið av koronasmittutilburðum í Føroyum í morgun er neyvt tað sama sum í gjár. 181.
Altso eingin persónur er staðfest smittaður seinasta samdøgrið, og hetta er fyrstu ferð síðani 12. mars, at eingin persónur er staðfest smittaður, upplýsir landslæknin.
Seks eru staðfest frísk afturat seinasta samdøgrið, og sostatt eru í løtuni 99 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna.
Ein persónur eru innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald