2020-11-07 14:40

Allar 620 kanningarnar, sum vórðu gjørdar fríggjadagin, vórðu negativar, og sostatt er eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í eina viku.
Sambært nýggjastu tølunum hjá Landslæknanum er ein persónur afturat staðfestur frískur, og eru bert tvey eftir, sum eru positiv í Føroyum.
Støðan er nú tann, at 493 av teimum 495, ið eru staðfest positiv í Føroyum, eru staðfest frísk aftur.
Tilsamans eru nú 157.375 kanningar gjørdar.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 17 eru eftir í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald