2020-11-09 12:44

Sambært nýggjastu tølunum hjá Landslæknanum, varð eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár.
Sostatt eru framvegis 497 persónar staðfestir positivir í Føroyum tilsamans, og 493 staðfestir frískir aftur.
Talið á positivum í løtuni er framvegis fýra, og eingin er í løtuni innlagdur við covid-19. Sjey persónar eru í sóttarhaldi.
256 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og tilsamans eru 157.945 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald