2020-11-23 13:15

Í gjár varð eingin staðfestur positivur fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
282 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 164.794 kanningar nú gjørdar í Føroyum.
Støðan er sostatt framvegis tann, at 500 persónar hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og at 497 persónar eru staðfestir frískir aftur. Sostatt eru tríggir persónar positivir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og níggju eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald