2020-12-07 13:16

Fríggjadagin varð ein persónur staðfestur positivur, og leygardagin helir fýra, men í gjár varð eingin, ið fekk staðfest covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Støðan er sostatt framvegis tann, at 510 persónar eru staðfestir positivir í Føroyum, og 501 teirra eru staðfestir frískir aftur. Sostatt er talið á positivum í løtuni framvegis níggju.
159 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 171.453 kanningar gjørdar í Føroyum.
Í løtuni er eingin innlagdur við covid-19 í Føroyum, og 63 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald