2020-11-14 12:47

Seinastu tveir dagarnar er eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Sostatt er eingin persónur staðfestur positivur í Føroyum síðan 7. november. Higartil í november hava bert tveir persónar fingið staðfest covid-19.
Støðan er framvegis tann, at 497 persónar hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og at 494 eru staðfestir frískir aftur. Tríggir persónar eru sostatt positivir í løtuni.
Tilsamans eru nú 160.905 kanningar gjørdar í Føroyum.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og átta eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald