2020-11-25 12:41

Eingin varð staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Sostatt er eingin staðfestur positivur í Føroyum í tríggjar dagar.
350 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 165.822 kanningar gjørdar í Føroyum.
Enn hava 500 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 498 teirra eru staðfestir frískir aftur. Tveir persónar eru positivir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 11 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald