Innanlands

Eingin tilburður staðfestur í gjár

998 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-23 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Sambært nýggjastu tølunum eru fýra nú smittað við koronu í løtuni, og sostatt er enn ein persónur staðfestur frískur seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 19 persónar í sóttarhaldi.

998 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru yvir 400.000 kanningar gjørdar í Føroyum, og nærum 1.000 smittutilburðir eru staðfestir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder