Báðir partar siga alment, at teir vilja samráðast, men tað steðgar har. Í øllum førum vilja hvørki Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Fíggjarmálaráðið geva seg so mikið, at ein loysn kann finnast.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið í kvøld, at tað er spill av tíð at hittast, tí tað enn er so langt millum partarnar.
- Eitt ávíst samskifti hevur verið millum partarnar seinastu dagarnar, og teir hava latið hvørjum øðrum uppskot um hvussu hetta kann fáa ein enda. Vit hava tosað við báðar partar, men vit mugu staðfesta, at tað er ov langt millum partarnar fyri at koma á mál, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.
Fyrstu sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall 2. oktober, og verkfallið fevnir nú um 40 deildir í sjúkrahúsverkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald