2023-07-06 07:43
Havstovan: Tann eini springarin, ið var merktur í Fuglafirði, fyri knøppum mánaði síðan, hevur verið eitt legg yvir ímóti íslendska landgrunninum.
Eftir at hava ligið sunnanfyri Íslandsryggin, nakað miðskeiðis millum Føroyar og Ísland, tók hann leiðina vestur móti Íslandi, haðani norður við hellingini. Komin inn á Íslandsryggin, vendi hann aftur til økið har túrurin byrjaði.
Hin springarin, ið enn sendir, hevur seinastu tíðina verið støðufastur við Wyville Thomson dýpið, sunnan fyri Munkagrunnin, á umleið 60 breiddarstigum, har hann upp í saman hevur reika aftur og fram i einum avmarkaðum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald