2020-08-04 18:40
Hetta vikuskiftið skuldi Summarfestivalurin 2020 vera. Hetta varð tó av ongum orskað av koronastøðuni. Tað var tó eitt bátatreff á skránni í Klaksvík, men hetta er nú eisini avlýst.
Norðlýsið skrivar í dag, at Norðoya Bjargingarfelag og Norðoya Kunningarstovu hava avgjørt at avlýsa Bátatreffið, sum skuldi verða í vikuskiftinum, av tí at koronasmitta er aftur staðfest í Føroyum.
- Vit gera hetta, tí at so nógv av okkum starvast innan heilsuverkið, sigur umboð fyri Norðoya Bjargingarfelag við Norðlýsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald