Innanlands

Einki bendir á eldáseting í Hornabø

Kanningardeildin hjá løgregluni hevur gjørt eina fyribils niðurstøðu

Endaliga niðurstøðan frá kanningunum fyriliggur ikki enn, og einki kann útilokast (Mynd: Sverri Egholm)

Endaliga niðurstøðan frá kanningunum fyriliggur ikki enn, og einki kann útilokast (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-17 11:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri júst einum mánaða síðani í dag kyknaði ein stórur eldur í J.C.Svabosgøtu í Hornabø. 

Kanningardeildin hjá løgregluni hevur verið í gongd og hevur gjørt eina fyribils niðurstøðu.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn kunnar fyrrapartin um, at fyribils niðurstøðan  sigur, at eingin tekin eru um, at eldurin er ásettur.

Tó skal einki útilokast enn, staðfestir vaktleiðarin. Kanningar halda fram, og ein endalig niðurstøða er á veg.

Eldurin var ógvusligur, og húsini fóru illa. Ein persónur varð fluttur yvir á Landssjúkrahúsið við roykeitran.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder