Uttanlands

Einki forfólkaumfar á Christiansborg í nátt

Nærum allir flokkar hava givið avboð við tí grundgeving, at eitt forfólkaumfar verður mikudag fyrrapart

Seinasta forfólkaumfar áðrenn valið var í gjár (Mynd: EPA)

Seinasta forfólkaumfar áðrenn valið var í gjár (Mynd: EPA)

2026-03-24 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Siðbundna forfólkaumfarið á Christiansborg valnáttina verður av ongum hesa ferð.

Nærum allir flokkar hava nevniliga givið avboð, sigur TV2 við Ritzau.

Tað vóru Danmarksdemokraterne, sum vegna tíggju flokkar hevði givið avboð.

Grundgevingin var, at ætlanir eru um eitt formansumfar mikudag fyrrapart - klokkan 10 okkara tíð - og verður tí mett óneyðugt eisini at hava eitt umfar náttina til mikudagin.

Fyrst varð boðað frá, at 10 av 12 flokkum høvdu givið avboð - allir uttan Moderaterne og Borgernes Parti.

Moderaterne hevur síðani boðað frá, at Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne heldur ikki hevur havt ætlanir um at luttaka í forfólkaumfarinum.

Formaðurin í Borgernes Parti, Lars Boje Mathiesen sigur við TV2, at tað kom óvart á hann, at hinir flokkarnar hava givið avboð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder