Uttanlands

Eisini Holland gevst fyribils við at brúka AstraZeneca

Fram til 29. mars verður ikki koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca í Hollandi – Avgerðin hevur við sær, at 43.000 koppsetingar eru avlýstar

Koppingarevni hjá AstraZeneca (Mynd: EPA)

Koppingarevni hjá AstraZeneca (Mynd: EPA)

2021-03-15 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Holland legst nú afturat teimum londunum, sum hava valt fyribils at gevast við at brúka covid-19 koppingarevnið hjá AstraZeneca.

Fram til 29. mars verður koppingarevnið hjá AstraZeneca ikki brúkt, upplýsir heilsumálaráðið í Hollandi. Avgerðin er tikin eftir at heilsumyndugleikarnir hava fingið "nýggjar upplýsingar".

Hendan avgerðin hevur við sær, at heilsumyndugleikarnir í Hollandi verða noyddir at avlýsa 43.000 ætlaðar koppsetingar.

Eitt annað land, sum sambært Ritzau hevur tikið avgerð um at steðga við at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca er Írland, eftir at koppsetingarnevndin í landinum mældi frá at brúka tað.

Les eisini: Ávara nú eisini um AstraZeneca í Írlandi

Onnur lond, sum eru givin at koppseta við hesum koppingarevninum eru Danmark, Noreg, Ísland, Eysturríki, Estland, Litava, Lettland, Bulgaria og Luksemburg.

Eisini er italski landsluturin Piemonte givin við at brúka skamtar frá einari ávísari sending frá AstraZeneca, eftir at ein lærari í italska býnum Biella doyði eftir at hava fingið koppsetingina.

India hevur eisini boðað frá, at tey fara at gera eina meira umfatandi kanning av hjáárin av koppingarevninum.

Illgruni er um, at koppingarevnið hjá AstraZeneca kann elva til blóðtøpp.

Les eisini: Illgruni um at koppseting elvir til blóðtøpp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder