Innanlands

Eisini støkk inn kanningar í Klaksvík

Frá mánadegnum bjóðar Klaksvíkar Sjúkrahús støkk inn koronakanningar. Tað sama ger Suðuroyar Sjúkrahús, og á Landssjúkrahúsinum byrjaðu tey við hesari skipanini í dag

2020-08-09 20:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá mánadegnum bjóðar Klaksvíkar Sjúkrahús støkk inn Covid-19 kanningar. Tað merkir, at nú er ikki neyðugt at hava ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú letur teg kanna.

Nýggja kanningarstaðið letur upp á Víkavegnum í morgin klokkan 10, og møguleiki er at lata seg kanna hvønn dag frá klokkan 10 til 13. Talan er um tvey kanningarstøð, har bíðirøðin til kanningarnar verður eftir Klaksvíksskákinum, omanfyri sjúkrahúsið. Hetta vil siga, at fólk kunnu møta upp í bili, har tey verða skrásett og kannaði á staðnum.

Klaksvíkar kommuna ger vart við, at Víkavegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, meðan kanningar verða gjørdar. Tí verður heitt á bilførarar um at vísa stórsta varsemi og fylgja skeltingini á staðnum.

Suðuroyar Sjúkrahús boðaði fyrr í dag frá, at tey eisini bjóða sonevndar støkk inn kanningar frá í morgin. Hetta verður gjørt í kjallaranum í skúlanum í Trongisvági, og har byrja tey eisini at taka ímóti fólki klokkan 10.

Landssjúkrahúsið byrjaði við støkk inn kanningum longu í dag. Hetta gjørdu tey á Eirargarði, og sum undanfarnu dagarnar var bíðirøðin aftur lang í dag.

Soleiðis verður kannað

Landssjúkrahúsið: Kl. 17 til 19 gerandisdagar

Klaksvíkar Sjúkrahús: Kl. 10 til 13 gerandisdagar

Suðuroyar Sjúkrahús: Mánadagin frá kl. 10 til 14. Týs, mik, hós og fríggjadagin verðr potað millum kl. 9 og 13.

 

placeholder
placeholder