Á ársins G! festivali var pantskipan við bikarum sett í verk, og møguligt var ikki at rinda við reiðum peningi.
- Eftir góða undirtøku og ynski frá fyriskiparunum fara vit aftur at nýta pantskipanina á Tórsfest 2018.
Pantskipanin riggar á tann hátt, at 10 krónur verða goldnar í pant fyri fyrsta glasið. Næstu ferð, farið verður í barrina, kunnu tómu plastgløsini latast inn, og tú sparir pantið.
- Ynskir tú at fáa pantið útgoldið, kunnu gløsini latast inn í kioskini hjá Astu, har peningurin verður útgoldin ella settur inn á Meira av tí góða kortið, sigur Eta.
Afturat hesum verður ársins Tórsfest eisini eitt kontantfrítt tiltak. Fyriskipararnir heita tí á øll, sum ikki eiga eitt Visa kort ella líknandi gjaldskort, um at fylla á sítt Meira av tí góða kort, áðrenn tey fara á Tórsfest.
Tórsfest byrjar klokkan 16 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald