Uttanlands

Eitt ár síðan hernaðarkvettið í Myanmar

Í dag er eitt ár, síðan herurin tók valdið í Myanmar, og fólkið vísir sína ónøgd við at halda seg heima

Púra tómt og friðarligt í Yangon (Mynd: EPA)

Púra tómt og friðarligt í Yangon (Mynd: EPA)

2022-02-01 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er eitt ár síðan, herurin í Myanmar tók valdið í landinum, og hetta hava borgarar valt at markera við fullkomnum friði.

Í staðin fyri at fara út á gøturnar og skipa fyri stór mótmæli, sum vit hava sæð nógv til seinasta árið, og sum hava endað við harðligum samanbrestum millum sivilfólk og trygdarfólk, hava fólk valt at halda seg av gøtunum.

Í størsta býnum, Yangon, byrjaðu fólk stillisliga at fara heim klokkan tíggju í morgun lokala tíð, og sama mynstur sæst í m.a. næststørsta býnum Mandalay, skrivar Ritzau.

Tó vóru eisini smærri bólkar, sum valdu at vísa sína ónøgd við hernaðarstýrið á annan hátt. Sambært lokalum miðlum savnaðust hesir við skeltum og ljósum at markera dagin.

Hernaðarstýrið í Myanmar hevði frammanundan givið boð um, at øll skuldu uppføra seg, sum var hetta ein vanligur dagur, og varð heitt á tey um ikki at gera nakað øðrvísi. Hótt varð eisini við at leggja hald á handlar, sum gera ímótu boðunum og hava stongt í dag.

Eisini varð ávarað um, at borgarar, sum luttaka í larmandi tiltøkum ella deila "propaganda" verða skuldsettir fyri landasvik ella yvirgang.

Tað var 1. februar 2021, at herurin tók valdið í Myanmar og handtóku demokratiskt valda leiðaran Aung San Suu Kyi og stjórn hennara. Hesi hava síðani sitið í húsavarðhaldi.

Í fyrstu vikunum eftir hernaðarkvettið, varð skipað fyri stórum mótmælum. Trygdarfólk slóu hart niður á mótmælisfólkini, og sambært ST verður mett, at herurin hevur dripið í minsta lagi 1.500 fólk seinasta árið.

Les eisini: Suu Kyi aftur í rættin 14. februar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder