Innanlands

Eitt ár síðani Føroyar fóru niður í ferð

Grækarismessan í fjør gjørdist heilt serlig og minnilig, og seinasta árið hevur eisini verið serstakt á ymsan hátt

Tíðindafundurin 12. mars varskógvaði eina fyribils kollveltandi broyting í føroyska samfelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tíðindafundurin 12. mars varskógvaði eina fyribils kollveltandi broyting í føroyska samfelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-12 07:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagin fyri hevði Mette Frederiksen á tíðindafundi sent danska samfelagið ógvusliga nógv í ferð. Orsøkin var, tá heldur ókenda koronufarsóttin sum í vikunum frammanundan av álvara hevði gjørt um seg í Evropa.

Fyrsti tilburðurin í Føroyum varð staðfestur fyrst í mars. Hetta viðførdi, at fleiri fóru í sóttarhald, tíðindafundir vóru í Heilsumálaráðnum og fyrstu almennu tilmælini komu: Um frástøðu, reinføri og um at ikki fleiri enn 500 fólk kundu savnast v.m. Eftir at triði tilburðurin varð staðfestur, trein løgmaður fyrstu ferð alment fram í stríðnum móti koronu. 

Hósdagin 12. mars 2020 fara nógvir føroyingar helst at minnast sum tann, har samfelagið fór niður í ferð. Íbúgvarnir í landinum vórðu bidnir um at halda seg heima so nógv sum gjørligt,  almennir stovnar av ymsum slagi lótu aftur o.s.fr. - livimynstrið í Føroyum broyttist av álvara í eina tíð, og veruleikin, vit livdu í, varð nakað ørðvísi.

Saman við Bárði á Steig Nielsen og heilsumálaráðharranum Kaj Leo Holm Johannesen, vóru tveir danir, sum skjótt gjørdist væl meira navnframir, enn teir frammanundan: Micheal Boolsen, fúti, og Lars Fodgaard Møller, landslækni.

[object Object]
Tíðindafólk í hópatali í Tinganesi á Grækarismessu - tað gjørdist skjótt ein vani at fara á koronutíðindafund...

[object Object]

....tó í hølunum hjá Kringvarpinum (Mynd: Sverri Egholm)

Í komandi døgunum komu nógvir tilburðir afturat, og korona fylti so at siga alt. Skjótt kom tó tamarhald á, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, og skjótt eisini Thetis, syrgdu fyri, at føroyingar í hópatli kundu kannast, og undir tveir mánaðir eftir tíðindafundin - ið als ikki gjørdist tann seinasti í røðini - vóru Føroyar koronufríar.

Soleiðis var leingi. Ein sokallað onnur bylgja kom eftir Ólavsøku, og smittan vaks aftur eitt sindur aftur í desember. Í løtuni eru bert tveir koronutilburður í Føroyum, og trý fólk eru í sóttarhaldi. Higartil hava 660 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Eingin er innlagdur á koronudeildini. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

Heili 234.708 kanningar eru gjørdar, og beint yvir sjey prosent av fólktalinum eru liðugt koppsett fyri koronu - byrjað varð at koppseta beint fyri nýggjar, og áðrenn og aftaná hevur hetta elvt til nógv kjak, eins og korona í høvuðsheitinum hevur gjørt.

Livihátturin í Føroyum líkist í stóran mun honum sum undan mars mánaða í fjør, tó at nøkur tilmæli framvegis eru galdandi, og at koronafarsóttin á ymsan hátt framvegis hevur sína ávirkan. 

[object Object]
At pota er vorið vanligt at hoyra...

[object Object]...og tað er at prika eisini. Gunnrið Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur fær her fyrsta prikið yvirhøvur í Føroyum - 30. desember 2020 (Myndir: Ólavur Frederiksen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder