Eitt av ferðafólkunum, sum er við Norrønu á veg til Føroya, er sett í karantenu umborð, tí kanningarnar, sum vórðu gjørdar áðrenn fráferð í Hirtshals í gjár vístu, at viðkomandi er positivur fyri korona.
Tað váttar Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line.
- Talan er um eitt ferðafólk, ið skal víðari til Íslands, og vikomandi undraði seg stórliga yvir kanningarúrslitið, tí viðkomandi kendi seg als ikki sjúkan, greiðir stjórin í Smyril Line frá.
- Hetta er ikki fyrstu ferð, hetta hendir fyri okkum. Vit hava fastar mannagongdir fyri, hvussu farið verður fram í slíkum føri. Í fyrstu atløgu verður tann smittaði settur í isolasjón, og so verða ferðafólkini kunnað og verða ráðførd um at leita sær lækna ella lata seg kanna um tey á nakran hátt kenna seg sjúka, greiðir Rúni V. Poulsen frá.
Harafturat hava landslæknaembætið í Føroyum og íslendsku heilsumyndugleikarnir fingið fráboðan um støðuna.
Norrøna er á veg til Føroyar í løtuni, og verður á Havnini, sambært ferðaætlan, klokkan 17.30 og fer beinanvegin víðari til Seyðisfjarðar. Smittaða ferðafólkið kemur sostatt ikki í land í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald