Mentan

Eitt innlit í føroyska samfelagið gjøgnum seinastu 75 árini

Landsbókasavnið hevur sett nýggja framsýning upp, sum vísir hvussu føroyska samfelagið er broytt gjøgnum tíðina

2025-09-30 19:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsbókasavnið hevur gjørt eina nýggja framsýning, har ein partur av føroyska mentanararvinum, ið Landsbókasavnið varðveitir, verður vístur. Framsýningin gevur eitt innlit í føroyska samfelagið gjøgnum tíðina.

Ein av fremstu uppgávunum hjá Landsbókasavninum er at varðveita partar av mentanararvinum. Bókasavnið, ið tá æt Færø Amts Bibliotek, bleiv stovnað í 1828. Tó varð so smátt byrjað at savna inn til ein bókastovn nakað áðrenn hetta.

Bókasavnið kom at hoyra undir landsstýrið í 1948, og broytti navn til Føroya Landsbókasavn. Í 1952 kom føroyska bókasavnslógin og kunngerðin um skylduavhending bleiv lýst. Nýggjasta bókasavnslógin kom í gildi í 2024. Við skylduavhendingini fær Landsbókasavnið fýra ókeypis eintøk av øllum útgivnum føroyskum verkum, umframt at útgevarar eiga at fráboða bókasavninum um talgildar útgávur.

Skylduavhendingin umfatar ymiskt tilfar sum m.a. bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, plakatir, faldarar og tónleikaútgávur.

Við framsýningini vil bókasavnið vísa á nakað av tí tilfari, ið verður varðveitt. Umframt tað, ið verður víst á framsýningini, varðveitir bókasavnið eisini handrit og útlendskar útgávur um Føroyar. Nógv av hesum tilfari er komið inn umvegis skylduavhending, men okkurt er blivið savnað inn av bókasavninum sjálvum. Í framsýningini er dentur lagdur á føroyskt tilfar, ið er 75 ár og yngri.

Endamálið er at vísa eina av kjarnuuppgávunum hjá Landsbókasavninum - at varðveita partar av mentanararvinum – og at vísa, hvussu føroyska samfelagið er broytt gjøgnum tíðina.

Framsýningin stendur frammi til 16. januar 2026 og tað er ókeypis atgongd. Framsýningin kann síggjast í forhøllini á Landsbókasavninum, tá bókasavnið er opið. Bókasavnið er opið mánadag til hósdag kl. 8.30 til 18 og fríggjadag klokkan 8.30 til 17.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder