2025-07-05 10:25

Seinnapartin í gjár tók løgreglan tveir bilførarar fyri brot á ferðslulógina.
Ein varð tikin í høvuðsstaðarøkinum, og ein varð tikin í Suðuroynni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tann, sum var tikin í høvuðsstaðarøkinum fekk klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna telefon, meðan hann koyrdi, og bilførarin í Suðuroynni fekk eina treytaða frádøming fyri at koyra 118 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald