Innanlands

Eitt mál skilir partarnar

Farið er nú undir samgongusamráðingar aftur í løgtinginum. Tað er eitt mál, sum skilir flokkarnar

Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-13 15:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ein lítlan steðg seinnapartin, eru samráðingarnar farnar í gongd aftur á aðru hædd í løgtinginum.

Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn vóru ymsastaðni í húsinum hesa løtuna, men fóru saman inn í fundarhøli 1 aftur stutt aftaná klokkan 15.

Aksel V. Johannesen segði á veg inn í fundarhølið, at tað nú var eitt mál sum skilti flokkarnar, og sum nú skuldi tosast ígjøgnum. Hann vildi tó einki siga um hvat mál, tað snúði seg um.

Um einar tveir tímar ella so verður væntað, at knúturin er loystur. Er hann tað, og flokkarnir eru samdir um niðurstøðurnar, sum eru gjørdar, verður farið undir veruligar samráðingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder