Tá atkvøðurnar frá hyggjarunum og dómsnevndini vóru taldar saman gekk tað ikki hjá Janusi Wiberg Mortensen og lagnum "I Need Your Love", men 33 ára gamli havnarmaðurin fekk víst seg frá sínari bestu síðu.
Ikki færri enn tvær ferðir fekk hann høvi at framføra sterka lagið, og framførslan í finaluumfarinum var eitt vet betur og sterkari enn hin fyrra. Tað var sum um, at hann nýtti tað fult út, at framføra á stóra pallinum í DR Konserthúsinum.
Undan Melodi Grand Prix í kvøld, vóru ikki nógv sum góvu Janusi Wiberg Mortensen ein møguleika. Tað gjørdi hann fyri so vítt heldur ikki sjálvur. Við útvarpið fyrr í vikuni segði hann, at luttøkan var fyri at røkka longur út við sínum tónleiki.
(Mynd: Lasse Lagoni / DR)
Líka mikið og ikki, má sigast, at Janus hevur sungið seg inn í hjørtuni á dønum, sum atkvøddu hann í finaluna saman við SABA og Basim.
SABA var lagnum "Sand" hevur síðani byrjan verið spádd at vinna kappingina, og tað gjørdi hon eisini. Flestu atkvøðurnar frá hyggjarum og dómsnevndini sendu SABA til Malmø, har Eurovision verður í mai.
Har skal hon royna at fáa Danmark við í finaluna aftur. Í fjør var tað føroyski Reiley sum var danska umboðið, og tað gekk illa. Í hálvfinaluni endaði Danmark á 14. plássi av tilsamans 16.
Eurovision í Malmø verður dagarnar frá 7. 9. og 11. mai.
(Skíggjamynd: DR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald