Innanlands

Eitt sindur størri vælvilji fyri Suðuroyartunli nú

Veljarakanning vísir at 20 prosent av føroyingunum vilja hava, at farið verður undir at bora sum skjótast. Eisini eru tað nú meira enn helmingurin, sum trýr upp á, at tunnilin verður veruleikin innan fyri komandi 10 til 15 árini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-05 13:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast spurningurin um Suðuroyartunnil hevur verið nógv frammi nú í sambandi við at málið var fyri á løgtingið, so er hugburðurin hjá føroyingum ikki so øgiliga nógv broyttur hetta seinasta hálvtannað árið.

Í sambandi við veljarakanningina hjá Portalinum í síðstu viku, settu vit nakrar spurningar um Suðuroyartunnilin, nett somu spurningar, sum vit eisini settu í kanning, ið varð gjørd 9. november 2023.

Upp á spurningin: “Hvat heldur tú um Suðuroyartunnilin?”, vóru tað 20 prosent av teimum spurdu, sum svaraði, at hann skal “gerast nú sum skjótast”. Í 2023 vóru tað 19 prosent.

Í ár vóru tað 60 prosent, sum svaraðu, at hann skal “bara gerast, um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt”. Í 2023 vóru tað 58 prosent.

Og í ár vóru tað 20 prosent, sum svaraðu, at hann “ikki skal gerast”. Í 2023 vóru tað 23 prosent.

Altso er eitt sindur størri vælvilji fyri Suðuroyartunlinum nú, men ikki so nógv størri.

Í ár vóru tað 4 prosent, sum ikki vistu – í 2023 vóru tey 6 prosent.

(greinin heldur fram undir stabbamyndunum)


Politiskir munir

Um vit hyggja eftir politiska tilknýtinum, har svarini um tunnilin verða tengd saman við svarinum um hvønn flokk tey fara at velja, so eru ávísir munir at hóma.

Í 2023 vóru tað bert 17 prosent av veljarunum hjá Sambandsflokkinum, sum hildu, at farast skal undir tunnilin sum skjótast. Nú eru tað 24 prosent. Hinvegin er undirtøkan millum tjóðveldisveljarar minkað. í 2023 søgdu 18 prosent av tjóðveldisveljarunum, at farast skal undir tunnilin beinanvegin – nú ery tey 11 prosent. 29 prosent av javnaðarfeljarunum (+ 3 prosentstig) og 22 prosent av fólkafloksveljarunum (+ 1 prosentstig) halda, at farast skal undir tunnilin beinanvegin.

Mótstøðan móti Suðuroyartunlinum er størst millum veljararnar hjá Framsókn og Miðflokkinum, har ávikavist 28 og 26 prosent av veljarunum halda, at tunnilin ikki skal gerast. Sigast skal tó, at tølini fyri teir smærru flokkarnar skulu takast við stórum fyrivarni, tí óvissan er stór her.

18 prosent av sambandsveljarunum (-11 prosentstig), 17 prosent av fólkafloksveljarunum (-5 prosentstig) og 9 prosent av javnaðarveljarunum (-11 prosentstig) eru ímóti at farið verður undir at gera Suðuroyartunnilin.

Fleiri trúgva upp á tunnilin nú

Kanningin vísir eisini, at tað nú er ein góður helmingur av føroyingunum, sum trýr upp á, at Suðuroyartunnilin kemur innan fyri 10 til 15 ár.

Í november 2023 vóru tað 39 prosent, sum svaraðu ja upp á spurningin “Trýrt tú uppá, at Suðuroyartunnilin verður veruleiki innan fyri 10-15 ár?”. Nú eru tað 51 prosent.

Heili 71 prosent av veljarunum í sunnara parti av Føroyum (Suðuroy og Sandoy eru taldar saman) trúgva nú upp á tunnilin – í 2023 vóru tey 48 prosent. Trúgvin upp á hesa verkætlanina er minst í økinum longst frá – í Norðoyum, har 45 prosent trúgva upp á at tunnilin kemur – í 2023 vóru tey 35 prosent.

Flest vilja hava Skúvoynna við

Vit spurdu eisini um tey halda at Suðuroyartunnilin skal koma upp í Skúvoy. Nú svara heili 83 prosent ja – í 2023 vóru tað 59 prosent.

Her tykist sum um javnaðarveljarar eru minst heitir fyri at gera Skúvoynna til part av komandi Suðuroyartunlinum.

Meðan tølini eru nøkulunda lík fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi, har oman fyri 80 prosent svara ja til at taka Skúvoynna við, so er tað bert tveir triðingar, 67 prosent, av javnaðarveljarunum, sum svara, ið siga ja.

Javnaðarveljararnir eru eisini meira ivasamir, og svara ikki spurninginum, en galdandi er fyri veljararnar hjá hinum stóru flokkunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder