Kring Føroya land sita fólk og skriva. Tey skriva t. d. greinir, sum tey senda til bløðini, skriva, yrkingar, skaldsøgur, søgubøkur, skúlabøkur, ævigsøgur, endurminningar, prædikur, gera orðabøkur og týða bøkur. Ja, hetta er hugtakandi. Vit hava ikki enn fingið okkara fullveldið, men liggur okkara longsulin eftir fullveldið eisini í bókstavarøðini, stavunum og teimum føroysku skrivaðu orðunum.
Armenar hava eitt hugtak, sum vit kunnu nevna, eitt skrivihús. Armenska søgan er eins og hugtakandi, sum ljóðið í teirra bókstavarøð. Mesrop Masjtot, munkur og teologor, gjørdi tað armenska alfabetið í 405, sum hann er víða gitin fyri. Armenar kalla hann fyri ”flogvitið Masjtot”.
Armenar høvdu fyri neyðini at fáa eitt amboð, sum kundi tulkað teirra tilvit, medvit og staðfesta síni tjóðareyðkenni. So løgið tað kann tykjast okkum, fór henda glóð um alt landið. Um sama mundið vóru armenenar illa skølsettir av øðrum tjóðum, sum herjaðu og rændu í landinum – persar, mongolar, arabar og týrkar fóru sum skaðafuglar um armensku tjóðina – tíndu og drópu – brutu niður tað, ið bygt varð, og blóðið fleyt í løkum og áum. Hetta er ein døpur mynd, sum fór igjøgnum mønu og merg. Ja, tað vóru armenar, sum settu seg niður sum flóttar aðrastaðini, men tað vóru eisini fólk í Armenia, sum flýggjaðu á ein annan hátt. Tey flýggjaðu inn í eitt skrivihús, eitt scriptorium. Hetta kundi vera eitt lítið rúm (kamar), ein leirsmátta, ella bara eitt helli við einum pulti, har ein maður(kopistur) stóð og skrivaði gjøgnum eitt heilt lív. Hvat gjørdi hesin skribentur? Jú í hansara medviti lá ein kensla av at varðveita sína egnu mentan. Tá ið svørðið, bogin, pílurin og seinri byrsumúlin ikki høvdu ta megi í sær at reka óvættini av aftur landinum, so var tað orðið, sum mátti minna teir á, at her hevði eitt fólk búð. Um skipið sakk, so varð loggbókin bjargað.
Her rennur upp úr tí svørtu mold eitt hugtak: Tann armenska bókin. Tá ið armenar høvdu fingið bókstavaraðið, fóru teir undir at skriva bøkur. Mesrop Masjtot gongur undan og týðir Bíbliuna, og fær hjálp frá Saak Partev (338 – 439), katholikos el. patriarkinum í Armenia. Í kjalarvørrinum á Majstot kemur ein fjøld av týðarum úr bygdaløgunum í Armenia. Hetta er byrjanin til ta armensku, miðaldarligu týðingarrørsluna, sum fevndi so nógvum, at tað er óhoyrt.
Longu í 6. árhundrað verður alt tað, sum Aristoteles hevur skrivað, týtt til armenskt. Fram til tað 10. árhundrað hava teir týtt flestu, griksku og rómversku heimspekingarnar. Armenar hava eitt opið høvd og duga væl at taka til sín av øðrum mentanarligum hugtøkum og leggja hetta afturat síni egnu mentan. Teir týddu alt, sum teir kundu fáa hendur á. Á hesum øki minna teir nógv um japanar, sum eisini hava tikið til sín av skaldskapi frá øðrum tjóðum og flutt hetta í japanskan búna. Fleiri verk úr tí klassiska heimsskaldskapinum eru bjargað undan tíning, tí armenar hava havt umsetingar liggjandi á sínum bókasøvnum. Tá ið Armenia varð hersett av arabum, so týddu teir teirra skaldskap til armenskt mál. Tá ið persar hertóku landið, týddu teir skaldskapin úr hesum landi til armenskt. Tá ið teir lógu í stríð við Byzans, týddu teir alt, sum kom út á byzanska marknaðinum av skaldskapi..
Í kjalarvørrinum av hesum komu bókasøvn, sum høvdu stór søvn av handritum, sum eingin hevði sæð makan til áður. Í 1170 oyðiløgdu seldjukarnir( Seldjuk livdi uml. ár 1000. Seldjukarnir stýrdu Iran, Azerbajdzjan, Irak, Miðasia og Asia minna frá 1000 til 1300 árhundrað) bókasavnið í Sunik við sínum 10000 bindum fór upp í royk. Øll bindini vóru á armenskum máli.
Í dag finnast 25 000 armensk rit eftir. Túsund eru í Jeravan, í Matenadaran. Skalt tú síggja onnur rit, mást tú fara kring tann víða heim og leita. Tað stórsta savnið finst í sankta Jakobsbókasavninum í Jerusalem, Sankta Lazarusbókasavninum í Venezia og Mekitarjan bókasavninum í Wien. Dygdargóð søvn finnast í París og Los Angeles. Polen hevði í sínari tíð eitt fram úr gott savn í Lwów, og í hesum staðnum var ein stór, góð armensk prentsmiðja.
Nógvar eru søgurnar um fólk, sum skrivaðu av og sjálvandi søgur um bøkurnar. Ein skinnbók var skrivað á 700 kálvahúðir og vigaði 32 kg, men so vóru tað bøkur, sum bert vóru nakrar fáar sentimetrar í ummáls.
Umsetararnir vóru ofta góðir listamenn. Prýddu síður og bókstavir við inniligum litkendum skapum, sum løgdu seg sum alfagrar torvur í berginum á síðurnar. Hetta var miniaturlist í heimsklassa, og kunnu vit nevna tveir slíkar kopiistar: Toros Roslin og Sarkis Pitsak, sum við sínum inniliga kærleika til móðurmálið hava lagt eina glóð afturat tekstunum, sum lýsa upp í hesum lívslandi. Roslin gjørdi hetta í tí 13. árhundrað, og standa hesar bøkur sum ein ælabogi á bókasavninum í Jeravan, Matenadaran.
Lagnan um hesar bøkur er søgan hjá armenska fólkinum. Tá ið armenar vóru forfylgdir og landið hertikið av øðrum tjóðum, tóku teir seg niðan í fjøllini og goymdu seg í hellum og smogum. Eisini fóru teir til onnur lond, aðrar heimspartar - til gongu. Í báðum førum tóku teir bøkur við sær. Summar av hesum bókum vóru so mikið tungar, at tær vórðu skivaðar – skornar í helvt og endaðu í hvør sínum heraðshorni.
Hetta er ein sjaldsom søga, sum tú kanst lesa um í bókini Imperium av polska blaðmanninum, Ryszard Kaupuscinsky, sum ferðaðist 1989 60.000 km í Sovjett, sum varð við at syndrast tá. Á hesi ferð kom hann til Armenina, og er hendan søgan um orðið, skaldskapin og tann megin, sum liggur í tí skrivaða orðinum.
Ja í Vestmanna situr maður og skrivar og týður. Orðið at týða kemur av orðinum tjóð, tí verður tað skrivað við seinna ý. Hann letur mangt og mikið í føroyskan búna og leggur tað fram fyri tjóðina. Ja, er tað ikki vakurt, eins og Armenar gjørdu? Jonhard Mikkelsen hevur fingið í blóði somu opinbering sum kopiistarnir høvdu. Hann eigur eitt scriptorium, og tað er í Vestmanna!
Frits Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald