Innanlands

El-bilaparkin nærkast einum prosenti

1. september vóru 237 persónbilar við ravmagnsmotori. Tað er 0,9 prosent av persónbilaparkini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-03 09:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

1. september í ár vórðu skrásettir 237 el-persónbilar í Føroyum. Sostatt er ravmagnsbilaparkin í ár vaksin við 62 persónbilum síðan ársskiftið.

1. januar vóru 175 el-drivnir persónbilar skrásettir í Føroyum, svarandi til 0,67 prosent av samlaðu persónbilabarkini. 1. september er lutfallið av persónbilum við ravmagnsmotori vaksið til 0,90 prosent.

Umframt 237 persónbilar eru eisini onnur akfør við elektriskum motori. 1. september vóru hartil 26 prutl (3 fleiri enn á nýggjárinum), 12 vøruvognar (+4), 1 hýruvognur (-1) og 1 bussur (+1).

Kelda: Akstovan

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder