Uttanlands

Eldgosið hildið uppat at goysa

Eftir góðar tveir dagar goysir ikki longur á Reykjanesi

Soleiðis sá út fyrr í vikuni (Mynd: EPA)

Soleiðis sá út fyrr í vikuni (Mynd: EPA)

2023-12-21 16:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað goysir nú ikki meira á Reykjanesi, og í løtuni er einki sum bendir á, at tað fer at goysa har fyribils.

Hetta skriva íslendskir miðlar í dag.

Tað var mánadagin at grótbræðing byrjaði at floyma úr íslendsku undirgrundini sjey kilomettar norðanfyri Grindavíkarbý á Reykjanesi.

Í løtuni sæst einki virksemi í sprungunum, men enn síggjast glóðir í groytinum.

Einki bendir í løtuni á, at tað er vaksandi seismiskt virksemi ella nakað annað sum bendir á nakað meira enn núverandi støðu, sigur Sig­ríður Magnea Óskars­dótt­ir, náttúrufrøðingur við Morgunblaðið.

[object Object]Soleiðis sá út fyrr í vikuni (Mynd: EPA)

Hetta eldgosið var rættiliga kraftmikið í mun til onnur útbrot í Íslandi seinastu árini. Veðurstovan hevur mett, at umleið 100 til 200 rúmmetrar av groyti komu úr gosopinum um sekundið fyrstu tímarnar. Í byrjanini av eldgosinum við Fagradalsfjall fyrr í ár floymdu 19 rúmmetrar um sekundið úr gosopinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder