Innanlands

Eldri fólk fáa rætt til triðingin av íbúðunum

Farið verður nú undir slóðbrótandi ætlan at byggja 18 nýggjar leiguíbúðir í Fuglafirði

2020-08-26 10:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Íbúðarbyggingin verður gjørd við Toftanesveg - 'úti á Land' - á eitt øki, ið Fuglafjarðar kommuna hevur sett av til íbúðarbygging.

Talan er um íbúðir við trimum ella fýra rúmum, og eru tær góðar 90 fermetrar til støddar hvør. Góð atkomuviðurskifti verða til allar íbúðirnar, eisini hjá rørðslutarnaðum.

Sum nakað nýtt verður boðið leigarum eldri enn 60 ár framíhjárætt at leiga í minsta lagi 35 prosent av íbúðunum, sum allar koma at hava altan og frítt útsýni yvir Fuglafjørð.

Avtala er gjørd millum Fuglafjarðar kommunu og Pf. Toftanes um keyp av grundøki til hesa bygging, og at arbeiðið at standa fyri útgrevstri verður boðið út nú.

Arbeiðið byrjar beinanvegin, og leigararnir koma at flyta í nýggju leigubústaðirnar longu í 2022. Avtala um leigumál kann verða gjørd longu nú, og verður nærri kunning um leiguíbúðirnar, kostnað og hvussu til ber at leiga tær, send í komandi viku. 

Tíðindaskriv frá Fuglafjarðar kommunu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder