Innanlands

Eldsbruni á Vaðhorni á Hulki

Sløkkiliðið var í gjár boðsent til eldsbruna á Strondum. Eldurin var skjótt sløktur og eingin mansskaði var

(Mynd: Vaðhorn)

(Mynd: Vaðhorn)

2024-05-31 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 10:58 í gjár kom fráboðan á løgreglustøðina um eld í virkinum hjá Vaðhorn á Hulki á Strondum.

Tað vísti seg ikki at vera talan um stóran eld, men um eld í einari slangu til nakrar gassfløskur. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið, og fekk sløkt eldin og kølt hesar gassfløskurnar, so einki meira hendi.

Eingin mansskaði stóðst av eldinum, upplýsir løgreglan.

Bruna- og arbeiðseftirlitið var fráboðað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder