Innanlands

Eldur í bili í Hvalba

Eisini varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring, og eisini tók løgreglan tveir persónar á prutli

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-12 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum persónbili í Hvalba.

Tað vísti seg, at okkurt var galið við akkumulatorinum, og var tað orsøkin til, at eldurin kyknaði.

Fólk á staðnum fingu tó sløkt eldin beinanvegin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið sum heild hevur verið friðarligt.

Tó kom ein fráboðan um møguliga rúsdrekkakoyring í Eysturoynni seint í gjárkvøldið.

Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg tó, at førarin var edrúur. Hann hevði fingist við okkurt í bilinum, og tí hevði hann koyrt eitt sindur óstøðugt. Hann fekk eina átalu frá løgregluni.

Klokkan hálvgum fimm í morgun varð ein annar bilførari tó skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Hann var steðgaður í Havn. Blóðroynd er tikin, og málið gongur sína gongd.

Í Havn var eisini eitt prutl steðgað við tveimum persónum á. Tað er ikki loyvt at koyra við øðrum á prutlinum, so tann eini fær bót fyri hetta og fyri ikki at hava hjálm. Annar persónurin var undir 15 ár og verður tí ikki skuldsettur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder