Innanlands

Eldur í bussi omanfyri Norðskála

Fyrrapartin varð boðað frá, at eldur var í einum bussi omanfyri Norðskála. Eldurin er sløktur, men nógvur roykur er á staðnum. Breytin til Eiðis er lukkað, og tey, ið skulu til Eiðis mugu koyra gjøgnum Norðskála

(Mynd: Dariusz Zablocki)

(Mynd: Dariusz Zablocki)

2023-06-18 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin varð boðað frá, at eldur var í einum bussi omanfyri Norðskála, og í hesum sambandi varð landsvegurin stongdur.

Fyri løtu síðani varð boðað frá, at eldurin var sløktur, men at nógvur roykur var á staðnum.

Bussurin stendur uml. 100 metrar norðanfyri rundkoyringina við Hvítabrúgv.

– Koyrandi er gjøgnum rundkoyringina, men breytin til Eiðis er lukkað. Tey, ið skulu til Eiðis mugu koyra gjøgnum Norðskála, skrivar løgreglan á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder