Innanlands

Eldur í húsum í Havn

Húsfólkið megnaði sjálvt at sløkkja eldin, og hevði hetta einki uppá seg, sigur løgreglan

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-08-22 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið um klokkan hálvgum ellivu hoyrdust nógv neyðsendarakfør í høvuðsstaðnum.

Orsøkin var, at eldur varð kyknaður í einum húsum í býnum, men hetta hevði tó einki uppá seg, verður sagt av politistøðini í morgun.

Talan var um lítlan eld, sum húsfólkið sjálvt megnaði at sløkkja.

Eisini skrásetti løgreglan eitt lítið ferðsluóhapp í Eysturoynni, men heldur ikki hetta hevði nógv uppá seg, sigur løgreglan. Eingin fólkaskaði var.

Ein bilførari varð eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, eisini í Eysturoynni. Annars hevur talan verið um eitt stak friðarligt kvøld og nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder