Uttanlands

Eldur í oljugoymslu á Krim

Russar siga, at tað er eitt ukrainskt dronuálop, sum er orsøkin – Tamarhald er á eldinum, og ongar fráboðanir hava verið um fólkaskaða

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-04-29 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun kom eldur í eina oljugoymslu í havnabýnum Sevastopol á Krim-hálvoynni.

Eldur kom í fýra oljutangar, men tamarhald er nú á eldinum, og ongar fráboðanir hava verið um fólkaskaða, skrivar Reuters.

Sambært russum er tað eitt ukrainskt dronuálop, sum er orsøkin. Hendingin fer tó ikki at ávirkaða veitingina av olju í býnum, sigur guvernørurin sambært CNN.

Talsfólk hjá ukrainska herinum sigur seg ikki hava nakrar upplýsingar, sum geva ábendingar um, at ukrainar standa aftanfyri eldin.

Russland hersetti í 2014 ukrainsku Krim-hálvoynna, og síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør, hava fleiri álop verið framd á økið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder