Innanlands

Eldur í sethúsum á Saltangará í nátt

Fleiri fólk lógu inni og svóvu – ein sendur á sjúkrahús til kanningar fyri roykeitran

Nógvar neyðrakettir vóru at síggja í gjárkvøldið hóast ávarað var ímóti at skjóta tær í nógva vindinum(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Nógvar neyðrakettir vóru at síggja í gjárkvøldið hóast ávarað var ímóti at skjóta tær í nógva vindinum(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-01-01 09:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um hálvgun trý tíðina varð boðað frá eldi í einum sethúsum á Saltangará.

Tað var ein granni, sum boðaði frá eldinum. Grannin var av tilvild hyggjandi út gjøgnum gluggan, tá hann sá, at tað logaði úr einum tilbygningi til grannahúsini.

Grannin fór yvir til grannan fyri at vita um fólk vóru inni. Og tað vísti seg, at tað vóru fólk inni, men tey lógu øll og svóvu.

- So mann kann bara ímynda sær hvat kundi verið hent, um grannin ikki av tilvild hugdi út gjøgnum vindeygað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Fólkini í húsinum vórðu fingin út og sløkkilið kom á staðið og fekk sløkt eldin. Skaðin er ikki stórur. Eldurin var so at siga bara í tilbygninginum, men nakað av skaða er eisini á veggin inn til húsini. Men roykurin breiddi seg um øll húsini og eigarin hevði fingið so mikið nógvan royk í seg, at hildið var best at hann fór á sjúkrahús til kanningar fyri roykeitran.

Enn er óvist hvat orsøkin var til eldsbrunan. Málið verður kannað nærri í dag.

Í Havn varð sløkkiliðið kallað út til ein eldsbruna í Eysturbýnum um hálvgun tveytíðina. Talan var um eld í eini ruskbingju, sum hoyrir til ein dagsstovn. Eldurin varð skjótt sløktur, og tað var ongantíð vandi fyri húsum og bygningum rundanum.

Um orsøkin til eldin var áseting, fýrverk ella okkurt annað er enn óvist.

Lurtaðu ikki eftir ávaringunum
Beint eftir midnátt kom eisini fráboðan um eld í einum húsum í Hoyvík. Tað vóru grannar, sum boðaðu frá. Men talan var um eina neyðrakett, sum lá og brendi nærhendis húsunum, og roykurin var so nógvur, at fólk hildu, at tað vóru húsinu, sum brendu.

- Tíverri lurtaðu fólk ikki eftir ávaringunum í gjárkvøldið, og serliga í Havn sóðust nógvar neyðrakettir. Men í nógva vindinum fingu hesar rakettirnar ikki neyðugu hæddina, og tí brendu tær flestu framvegis, tá tær lendu á jørðini aftur. Vit kunnu bara fegnast um, at ongin lendi á húsatekju og elvdi til størri skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder