2025-08-17 20:47

Nógvur roykur sæst í løtuni í Hornabø í Havn. Eldur er í einum sethúsum í J.C. Svabosgøtu yvirav Hornahúsunum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Fráboðanin kom fyri eini 10 minuttum síðan.
Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum, og heitir eisini á fólk um at lata vera við at ringja inn og boða frá eldinum.
Sløkkiliðið, løgregla og sjúkrabilar eru á staðnum og royna at fáa tamarhald á støðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald