2020-08-02 09:57
Í gjárkvøldið, ein hálvan tíma fyri midnátt, varð boðað frá eldi í einum sethúsum í Havn.
Eldurin var kyknaður inni í einum kamari, men hann náddi ikki at spjaða seg, tí húsfólkini megnaðu sjálvi at sløkkja hann.
Tó var nógvur roykur, og fingu fólkini eisini eitt sindur av royk í seg, og tí vórðu tey koyrd á Landssjúkrahúsið, so tey kundu kannast fyri roykeitran, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald