![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Klokkan 18 í gjárkvøldið varð boðað frá, at eldur var í einum sethúsum í Miðvági.
Húsini vóru í trimum hæddum, og tað var ein persónur í ovaru hæddini, sum ringdi at boða frá, at hann sá nógvan royk í niðastu hæddini, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Talan vísti seg at vera um stóran eld, og eydnaðist tað sløkkiliðnum at fáa sløkt hann.
Trý fólk búgva í húsunum, og tey komu øll út í øllum góðum, tó hava húsini fingið nakað av skaða orsakað av eldinum, umframt at tey hava fingið nakað av vatnskaða, tá hol kom á eitt vatnrør í húsunum av somu orsøk.
Enn veit løgreglan ikki, hví eldur kyknaði í húsunum, men tað málið verður kannað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald