2020-07-17 11:18
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Klokkan fimm í morgin varð boða frá eldi í einum sethúsum í Vági. Ein familja við trimum børnum var í húsunum.
Fólkini í húsunum vaknaðu og varnaðist nógvan royk og sluppu sær tí úr húsunum og fingu boðað frá eldinum. Eingin fólkaskaði var.
Eldurin gjørdi at eitt vatnrør smeltaði av nógva hitanum, so vatnið sprændi úr tí og sløkti eldin.
Løgreglan veit ikki hví eldur kom í húsin og fer nú at kanna orsøkina til eldin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald