Í gjár kom eldur í tveir ymiskar bilar í Eysturoynni innan stutt tíðarbil. Í báðum førum var bert eldur í og kring sjálvan motorin, eingin fólkaskaði var, og tað spældi harvið væl av - sjálvir bilarnir vóru tað einasta, sum fingu nakran skaða. Tað var tó ikki so, at teir kolaðust upp.
Tað var beint fyri middag (klokkan 11.58), at fráboðan kom um, at eldur var í einum bili miðskeiðis í Leirvíkstunlinum. Talan var ikki um ein el-bil, og talan var um ein firmabil, staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun. Tað er ikki heilt greitt, hví eldur kom í.
Sí eisini: Eldur í bili í Leirvíkstunlinum
Bilførarin kom úr bilinum og gekk til Leirvíkar, har viðkomandi síðani varð heintaður av fólki - fyri síðani at fara aftur á arbeiðsplássi.
Tunnilin varð skjótt tømdur fyri bilar og stongt varð fyri ferðslu. Av tí at so nógvur roykur var í tunnlinum gekk tó yvir ein og ein hálvur tími til ferðslan í Leirvíkstunnilinum koyrdi aftur, verður staðfest á løgreglustøðini.
Les eisini: Leirvíkstunnilin er nú opin fyri ferðslu aftur
Klokkan 14.40 kom aftur fráboðan um, at eldur var í einum bili í Eysturoynni. Hesaferð var talan um ein leigubil, ið koyrdi í Søldarfiði.
Sløkkiliðið á Skálfjørðinum var ógvuliga skjótt á staðnum - átaksleiðarin var beint við tá.
Tað eydnaðist at fáa bilin til síðana og sløkt eldin við einum eldsløkjara úr einum bussi, sum kom framvið.
Bert ein persónur var í bilinum tá hetta, og tað gekst skjótt og væl at sløkkja, staðfestir vaktleiðarin í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald