2021-09-07 17:24

Seinnapartin í dag fekk Norrøna roykalarm úr maskinrúminum. Hetta hendi meðan skipið lá við bryggju í Seyðisfirði.
Hesum boðar Smyril Line frá í stuttorðaðum tíðindaskrivi seinnapartin.
Manningin fekk beinanvegin tamarhald á eldinum, sum kom frá einum hjálpimotori. Ongin mansskaði stóðst av hendingini og tey fáu ferðafólkini sum vóru umborð vórðu evakueraði í land.
Maskinrúmið verður nú luftað út og síðani verður støða tikin til umvæling og sigling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald