Uttanlands

Eldurin í Avstralia dripið næstan 500 mió. djór

Eitt nú hevur mann í New South Wales mist ein triðing av koalastovninum

Koala (Mynd: EPA)

Koala (Mynd: EPA)

2020-01-01 20:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Avstralia hava skógareldarnar dripið uml. 480 mió. djór síðan september. Eisini hevur eldurin kravt fleiri mannalív, oyðilagt túsundatals hús og sent enn fleiri fólk burtur frá heimi teirra.

Og væntað verður, at hesi tølini fara at økjast, áðrenn tamarhald fæst á støðuni, sigur umhvørvisgranskari á universitetinum í Sydney sambært TV2.

Tá eldurin er linkaður, fer umhvørvismálaráðið at gera eina eftirmeting av støðuni, og tá kemur hon við einum endaligum boði uppá, akkurát hvussu nógv djór hava latið lív í eldinum, sigur avstralski umhvørvismálaráðharrin, Sussan Ley.

Sussan Ley hevur tó boðað frá, at upp móti 8400 koalabjarnir hava latið lív í statinum New South Wales, og tað er ein triðingur av stovninum í statinum.

Les eisini: Avstralia: Máttu bjarga 200 djóragarðsdjórum undan eldinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder