Innanlands

Elektron hátíðarheldur 60-ára stovningardag

P/F Elektron varð stovnað tann 9. september í 1965 av Føroya Banka, Tryggingarsambandinum, Føroya Sparikassa og Sjóvinnubankanum

Ulla Joensen er stjóri í Elektron (Mynd: Kateryna Vishchak Joensen)

Ulla Joensen er stjóri í Elektron (Mynd: Kateryna Vishchak Joensen)

2025-09-09 23:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag, týsdag 9. septembur, hevur fyritøkan Elektron hátíðarhildið sín 60-ára føðingardag. Elektron bjóðaði inn til móttøku, har tað varð borðreitt við munnbitum og góðum huglagi, í stórum telti ið var sett upp uttanfyri bygningin á Staravegi 9.

Ulla Joensen, stjóri í Elektron helt røðu. Eisini hildu Brian Smedemark, og Aksel Johannesen, løgmaður, røðu, ávikavist vegna nevndina og vegna ognarskapin í landinum.

- Elektron er ikki bara ein fyritøka – tað er eisini fólksins ogn. Í 60 ár hava vit ment KT-loysnir, sum hava broytt gerandisdegin hjá føroyingum til tað betra. Tað eru vit errin um, og eisini takksom fyri, segði Ulla Joensen

- Tað er stórt at kunna hátíðarhalda 60-ár saman við kundum, samstarvspartnarum og starvsfólkum – uttan tykkum var einki Elektron. Vit lova at halda kósina, og halda fram við at arbeiða fyri at tryggja, at føroyingar hava atgongd til nútímans og tryggar KT-loysnir, segði Ulla Joensen.

Góða huglagið varð stuðla upp undir av góðum tónleiki. Erla Bech Nolsø trein fyrst á pall saman við Torleiki Mortensen og Kristiani Paula Ellefsen og hugbant við síni vøkru songrødd, og seinni kom Guðrið Hansdóttir á pall, at enda tiltakið við manér.

[object Object]

60 ár í føroyska samfelagnum
P/F Elektron varð stovnað tann 9. september í 1965 av Føroya Banka, Tryggingarsambandinum, Føroya Sparikassa og Sjóvinnubankanum. Tað var stjórin í Føroya Banka Sv. Aa. Nonnegaard-Pedersen, sum kom við hugskotinum at stovna eina KT-fyritøku, ið kundi røkja bókhaldsuppgávur fyri bæði stovnararnar og onnur viðskiftafólk. Elektron bleiv sostatt ein av fyrstu KT-fyritøkunum í norðanlondum.

Við 60-árum á bakið er fyritøkan fastur partur av føroyska samfelagnum, og hevur verið við til at dríva samfelagið fram móti tí vit kenna í dag.

Sum dømi kunnu nevnast, at Elektron var við til at fáa eina heimabankaskipan til Føroya í 1997, at Elektron í 2006 stovnaði p/f EITT saman við Kall, fyri at fáa betur netloysnir til føroyingar, og at Elektron í 2011 fór í holt við at menna eina “e-boks” til trygt samskifti – ein skipan sum flest øll í dag kenna sum Mínboks. Umframt hesi, kann Elektron eisini vísa á at hava ment bæði Borgaragluggan og Vinnugluggan til Taks – báðar skipanir, ið á hvør sín hátt lætta um bæði hjá borgarum og hjá vinnuni.

Um Elektron
Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til føroyskar fyritøkur og almennar stovnar. Umframt at Elektron hýsir føroya størstu hýsingarstøð, bjóðar Elektron tænastur sum t.d. skipanarmenning, net, KT-ráðgeving, Mínrokning og Print og Pakking. 

Á Elektron starvast umleið 70 fólk, og árliga sølan er umleið 100 mió.kr. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder