Innanlands

Elinborg við tveimum nýggjum stakløgum og sjónbandalagi

Føroyska songkvinnan og sangskrivarin ger um seg og skal millum annað spæla á stórum festivali í Niðurlondum august

Løgini er framleidd saman við Gretu Svabo Bech, og Fred Ruddick, og tekur lurtaran við á eina droymandi ferð, ígjøgnum eina myrka, kensluborna, men eisini vónríka ljóðmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgini er framleidd saman við Gretu Svabo Bech, og Fred Ruddick, og tekur lurtaran við á eina droymandi ferð, ígjøgnum eina myrka, kensluborna, men eisini vónríka ljóðmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-15 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elinborg útgevur í dag eitt tvífalt staklag, og eitt sjónbandalag. Løgini bera heitini "Byrjan" og "Í Verju tíni", og snúgva seg um ósunnan kærleika.

Føroyska songkvinnan er búsitandi í Keypmannahavn. Hon er ógvuliga virkin, og hevur seinasta árið gjørt nógv um seg í Evropa, har hon hevur spælt eina rúgvu av konsertum.

Elinborg útgav sína EP "Vera", sum varð vælumtókt og fekk viðurkenning. Tekstirnir vórðu tilnevndir til "Ársins tekstir’" á Faroese Music Awards fyrr í ár.

Nú er 27-ára gamla gøtukvinnan klár aftur við nýggjum tónleiki. Løgini snúgva seg um um kærleika og ymisku síðurnar av tí:

- Í Verju tíni og Byrjan eru tvey løg, ið snúgva seg um kærleika. Eg havi roynt at sett orð og ljóð á, hvussu kærleiki kann verða vakur, og tryggur, men eisini hvussu ræðandi tað kann vera, tá man missur seg sjálvan burtur á ferðini.’

Løgini er framleidd saman við Gretu Svabo Bech, og Fred Ruddick, og tekur lurtaran við á eina droymandi ferð, ígjøgnum eina myrka, kensluborna, men eisini vónríka ljóðmynd.

Elinborg Pálsdóttir hevur eisini nógvar spennandi uppgávur fyri framman í ár. Hon skal millum annað spæla á kenda festivalinum í Niðurlondum, sum eitur "Castlefest’’. Hetta verður fyrst í august.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder