Innanlands

Elisabeth gevst eftir 37 ár á Læknamiðstøðini

Elisabeth Pearce byrjaði at gera reint í læknamiðstøðini á Tvørábakka í 1982

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-07-05 07:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu mongu árini hevur Elisabeth Pearce verið fast “innbúgv” í læknamiðstøðini á Tvøroyri. Eftir at hava arbeitt í fiskivinnuni og við ymiskum reingerðararbeiði, byrjaði Elisabeth í 1982 at gera reint í læknamiðstøðini á Tvørábakka

Í 1995 flutti Læknamiðstøðin niðan har hon er nú, við Suðuroyar Sjúkrahús. Elisabeth hevur altíð dámt væl arbeiðið, ikki minst tí at hon hevur kunnað stýrt arbeiðsgongdini sjálv. Starvsfólkini hava altíð verið fryntlig at hava við at gera og einasta kravið hevur verið, at tað skal vera reint dagin eftir – og tað hevur tað altíð verið. Her hava læknarnir altíð víst henni stórt álit.

Elisabeth fer nú at hugsavna seg um heimið og ommubørnini, ið eru dúgligir gestir í hugnaliga heiminum í Valinum á Tvøroyri, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Hon minnist arbeiðsplássið sum eitt sera gott arbeiðspláss, við góðum fólki rundan um seg. Fyri henni var arbeiði tryggleikin – har visti tú altíð at lønin kom til tíðina og at alt var sum tað skuldi vera. Nakað, ið hon virðismetti eyka nógv, eftir at hon bleiv einkja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder